Tað er nógv lættari enn ein trýr at stovna sær eina Facebook síðu.

Stovna eina Facebook síðu og ikki ein brúkara

Facebook er staðið sum fólk brúka nógv av sínari frítíð, arbeiðstíð og skúlatíð uppá. Fólk gera sær ein brúkara, fáa sær vinir, koma í bólkar, tað kann t.d vera eitt fótbóltslið, ella fimleikalið eitt innanhýsis kjak nærmast og mangt annað.

Men á Facebook eru eisini góðir møguleikar hjá fyritøkum at koma fram. Fyritøkan ger eina Facebook síðu, leggur myndir, tekst og upp- og afturlatingartíðir inná. Tað er ein sera smartur møguleiki, har fyritøkan eisini kann stovna eina Facebook lýsing beinleiðis frá Facebook síðuni.

Tíverri eru tað fleiri sum ikki vita um hendan góða møguleikan og stovna sær ein brúkara ístaðin. Tað er sera óheppi, tí tað er ímóti Facebook lógunum, og tað gagnar ongum. Eitt nú eru fyritøkur á Facebook sjónligar á Google - tað eru brúkarir ikki. Eisini á eini Facebook síðu hevur tú møguleikan at hava óavmarkaðar "dámarar", og við einum brúkara er einans møguleiki fyri at hava 5000 "vinir".

Vit vilja mæla øllum handlum sum hava brúkara, til at gera sær eina Facebook síðu ístaðin.

Hevur tú brúk fyri hjálp, hjálpa vit tær fegin. Ring til okkum á 221418 ella send eina teldupost á se@edit.fo, so vegleiða vit tær.