Heimasíðan skal vera eitt amboð

Tað er sera umráðandi at ein heimasíða er løtt at dagføra, annars verður hon ikki dagførd.

Vit øll innan vinnulívið kenna til tað, vit hava so nógv um oyrini at vit ikki hava tíð til at seta okkum niður við einari heimasíðuskipan sum er ring at fáast við. Heimasíðan hevur kanska kosta fyritøkuni nógv, men hon er ikki til at brúka, bæði fyri teg sum umsitara og fyri brúkaran, sum vitjandi á heimasíðuni.

Ráð eru fyri tí. Við Knassar Ivevo er alt gjørt so einkult sum tilber. Hygg eftir hesum filmsbrotunum niðanfyri og síggj hvussu lætt Ivevo er at brúka. Tá ein heimasíða er so løtt sum Ivevo at brúka verður heimasíðan eitt amboð og ikki ein dýr íløga sum ikki kann brúkast til nakað sum helst uttan dýra undirvísing.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=-udRZfW7XyQ]
So lætt er tað at logga á.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=X6J3gjNQZVI]
So lætt er tað at leggja eitt nýtt menupunkt á síðuna.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=BNgspkW30Ls]
So lætt er tað at leggja eini tíðindi.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=BreeetHuCaM]
So lætt er tað at leggja eitt nýtt tiltak inn í kalendaran.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=jvcnLKFxU7k]
So lætt er tað at stovna eitt myndasavn og leggja óendaligt at myndum inn.