
Lestrarportalurin Ó nýtt snið
Edit sum hevur gjørt flash lýsingar o.a grafiskt tilfar fyri Ó, hevur nú eisini gjørt nýggja Ó sniðið sum varð avdúkað í síðstu viku.
Nýggja sniðið hja Ó vísir eina talvu sum bakgrund, og nøkur dempa svørt løg oman á talvuna. Appilsinguli liturin gongur aftur allan vegin í sniðnum.
Uppgávan
Uppgávan var at uppsetingin skuldi vera tan nsama men sjálvt sniðið og nakrar valmøguleikar skuldu broytast. Millum annað er tað nú sjónligari hvar man keypir Ókort.
Sjónligari tilboð
Búmerkini hjá fyritøkunum sum eru tengdar at Ókortinum, eru nú at síggja fyri at gera tað lættari hjá teimum lesandi, at síggja hvørji tilboð tey kunnu gera sær gagn av.




