
Nordjysk Lift er nú eisini á Facebook
Nordjysk Lift A/S eru serkønir í útleigan av maskinum o.ø. bæði til stórar og smáar kundar.
Sosialu miðlarnir verða alt meira brúktir, og tað slepst ikki undan hjá eini fyritøku sum Nordjysk Lift at vera á Facebook. Føroyska deildin hjá Nordjysk Lift vendi sær til Edit fyri at fáa ráðgeving innan sosialu miðlarnar o.a.
Úrslitið er at Nordjysk Lift er nú á Facebook, og lýsingarnar sum teir brúka á netinum hava eisini fingið nýtt snið, har vit hava valt at varðveita teirr slagorð, "Hví eiga tá tú kann leiga". Eisini hava vit gjørt Vevlýsingar til Nordjysk Lift.
Fyritøkan hevur fleiri væl útbúgvin starvsfólk, sum hava holla vitan innan tær ymisku byggivinnurnar, soleiðis at kundin altíð er vísur í at fáa tað bestu ráðføringina av serkønum fólki.Vit ynskja Nordjysk Lift góða eydnu á Facebook og við nýggju lýsingunum.
Vitja Nordjysk Lift á Facebook
Les meira um Facebook síður
Les meira um Vevlýsingar
Set teg í samband við okkum og fá ráðgeving her





