Ó - ein hjálpandi hond til tey lesandi

Fyri at lætta um lestrarlívið í Føroyum er ein lestrarportalur settur á stovn. Portalurin hevur ymisk tól, tilfar og tænastur at bjóða á www.o.fo.

Ó er ein lestrarportalur, ið lættir um skúladagin. Við ókeypis orðabókum, roknimaskinu og øðrum hentleikum sleppa lesandi undan óneyðugum byrðum. Harumframt verður møguligt at rita seg á FirstClass, so at amboð, tilfar og uppgávur eru øll á sama staði.

Ókortið er harafturat eitt avsláttrarkort, ið lættir um lestrarlívið.

Edit hevur sniðgivið Ókortið, livandi lýsingar, plakat o.a fyri Ó. Vit ynska fólkunum aftanfyri Ó góðan byrð, og vóna at Ó kemur at lætta um lívið hjá øllum teimum lesandi í Føroyum.

Vitja lestrarportalin Ó á www.o.fo
Vitja Facebook síðuna hjá Ó