
Skalt tú halda veitslu?
Edit gevur nú eina nýggja tænastu út, Sangir.fo. Henda nýggja heimasíða gevur tær sum skal halda eina veitslu o.a, fáa fatur á sangum ómakaðleyst og ókeypis.Vit geva hesa heimasíðuna út, tí vit meta at ein mangul er í Føroyum innan hetta økið. Hóast vit hava givið heimasíðuna út er hon ikki heilt liðug. Nógv tilfar manglar enn at klárgerðast og leggjast út. Fleiri møguleikar á heimasíðuni fara eisini at verða lagdar út komandi vikurnar.
Hetta gera vit fyri at tað skal vera so ruddiligt og lætt, sum yvirhøvur gjørligt hjá brúkaranum.
Vevlýsingar er nýtt netverk við lýsingum í Føroyum. Allar lýsingarnar sum verða stovnaðar við Vevlýsingum, verða vístar á nógvum vælvitjaðum portalum og heimasíðum. Eitt nú kunnu vit nevna heimasíðuna hjá Norðlýsinum, sum er á top 10 á Vevmátingarlistanum yvir mest vitjaðu heimasíður í Føroyum.
Vit vóna at Sangir.fo fer at verða nógv brúkt, og at fólk fara at gera sær gagn av teimum nýggju møguleikunum sum vit geva út komandi vikurnar.




