Skipini.fo nú eisini í Ivevo

Føroya mest selda heimasíðuskipan hevur nú fingið ein nýggjan kunda í kundaskarðan. Skipini.fo liggur nú í Ivevo. Aftaná at hava brúkt Joomla í nøkur ár, bleiv avgerð tikin um at flyta til Knassar Ivevo. 

Skipini.fo er staðið har tú skalt fara um tú ætlar tær at lesa tíðindi, ella hyggja eftir myndum av skipum o.ø. Dagliga veitir Føroyski Skipsportalurin frísk tíðindi sum gera lívið nógv stuttligari hjá bæði sjómonnum og fólki á landi. Landingar, nýbygningar, broytingar og mangt annað verður lagt inn.

- Vit hava fingið okkum Knassar Ivevo, fyri at lætta um, sigur Kiran Jóanesarson, ábyrgdarstjóri av heimasíðuni. Hann sigur víðari at her fært betri møguleikan at vísa tað tú skalt við myndum enn við skipanini framundan. Tað er heilt klárt, hetta fer at lætta okkum arbeiði munandi, sigur Kiran Jóanesarson.

Tað eru vit í samstarvi við Knassar sum hava sett heimasíðuna upp í Ivevo. 

Vit ynskja Føroyska Skipsportalinum vælkomnan í "Føroya mest seldu heimasíðuskipan".