Stílfull útbúgving í Norðurlandahúsinum

Hvat nú? - Markleys útbúgving er tiltak sum gongur fyri seg í Norðurlandahúsinum í dag 9. september 2011.

"Hvat nú?" er fyri síðsta ársnæmingar í ymsiku miðnámskúlunum í Føroyum. Næmingarnir koma í Norðurlandahúsið frá morgunstundini av, og fáa kunning um hægri lesnað kring allan heimin.

Faldarin sum er gjørdur í sambandi við tiltakið, er ein tann mest stílfulli prentluturin vit hava sniðgivið. Forsíðan ímyndar eina viskaða talvu, og spyr ein - Hvat skal eg nú?

Talvan gongur aftur allanvegin í faldaranum til bakgrund av yvirskriftum og til skránna av tiltakinum.

Tað er Altjóða Skrivstovna sum skipar fyri tiltakinum og fólkini aftanfýri og hava stuðla við grafiskum tilfari og menning av tiltakinum.

Til ber at síggja faldaran niðanfyri. Trýst á hann fyri at vísa hann størri.