
Tórshavnar Kommunuskúli nýggja heimasíðu
Kommunuskúlin veittrar farvæl til farna skúlaárið, og ynskjur nýggja skúlaárinum vælkomið við nýggjari heimasíðu.- Vit hava verið stak væl nøgd við ta gomlu heimasíðuna, men brúk var fyri eini nýggjari dynamiskari heimasíðu, sum var lættari at dagføra, sigur Martin Karl Olsen, telduvørður á skúlanum.
Hann sigur at heimasíðan hevur alskyns møguleikar, sum skúlin fer at gagnnýta til fulnar. Við kalendara og innanhýsis síðum, ger heimasíðan, Kommunuskúlan til ein betri samsjóðaðan skúla, nú tá vit ikki vita, hvussu tað verður komandi árið, har vit koma at húsast í meira enn 4 ymiskum bygningum.
Nýggja heimasíðan fer at verða dagførd við tíðindum, myndum o.ø gjøgnum alt komandi árið, og tað gleða vit okkum til, sigur Martin Karl Olsen, telduvørður á Tórshavnar Kommunuskúla.
Edit hevur sniðgivið heimasíðuna og samskipað arbeiðið, og Mureldur hevur tikið myndirnar. Heimasíðan verður umsitin við Knassar Ivevo.
Vit ynskja Tórshavnar Kommunuskúla tillukku við nýggju heimasíðuni.









